Tað var stórur spenningur í luftini, tá ið StÍF vitjaði Neistan í Høllini á Hálsi í kvøld.
StÍF skuldi royna at varðveita næstfremsta plássið, meðan Neistin kundi spæla seg inn aftur ímillum fýra tey fremstu við einum sigri.
Sí eisini:
Spennandi dystur seint sunnukvøld
Tað var væntað at leikferðin fór at vera høg, og í fyrra hálvleiki var tað StÍF, sum gagnnýtti hetta til at avgreiða eina ørgrynnu av skjótálopum. Samstundis riggaði skipaða spælið til fulnar - mál komu av øllum plássum, verjan vann bóltar og Eli Gærdum í málunum stóð avbera væl.
StÍF var eisini á odda 15-12 tá ið seinni hálvleikur fór í gongd.
Og nú vendi alt á høvdið.
Nú vóru tað neistamenn, ið gagnnýttu skjótálopini, ið komu eftir góðar takklingar í verjuni og bjargingar frá Nicholasi Satchwell. Ferð eftir ferð endaðu skjótálopini hjá 18 ára gamla Dánjali Ragnarssyni, ið avgreiddi púra trygt - Í skipaða álopinum skoraði ungi neistamaðurin bæði av vinstra vongi og bakki, meðan tað eisini fór at bragda hjá so at siga øllum álopsfeløgunum. Var tað ikki Dánjal Ragnarsson, so var tað Tróndur Mikkelsen, Julian Kragesteen ella Rune Olsen sum settu bóltarnar í netið.
Longu eftir einar seks minuttir av seinna hálvleiki var Neistin á odda 17-16. Liðini fylgdust nakað, áðrenn dysturin mundi avgerðast miðskeiðis í seinna hálvleiki.
Tá skoraðu neistamenn fimm ferðir á rað eftir enn fleiri skjótálop, og so var støðan brádliga 26-21.
Dystarmyndin broyttist ikki eftir hetta. Neistin trýsti enn meira á spitaran og endaði við at skjóta heili 23 mál í seinna hálvleiki. Endin var at neistafólk kundu lata lógvabrestirnar ljóða, eftir at Dánjal Ragnarsson setti sítt 12. mál inn til úrslitið 35-27.
Neistin klatrar harvið upp á fjórða plássið í Okkaradeildini. Eitt stig frammanfyri KÍF og eitt stig aftanfyri StÍF.
Neistin – StÍF 35-27 | |
Okkaradeildin: 17/11/2019 | |
Málskjúttar Neistans | |
Dánjal Ragnarsson | 12 |
Tróndur Mikkelsen | 7 |
Rune Olsen | 5 |
Julian Kragesteen | 5 |
Rasmus Søby | 3 |
Hanus Árason | 2 |
Karl Martin Olsen | 1 |
Málskjúttar StÍF | |
Ivan Mrdalo | 8 |
Sveinur Justinussen | 6 |
Jóannes Prestá | 5 |
Pætur Ó. Barclay | 3 |
Bjarni í Selvindi | 2 |
Jógvan G. Joensen | 2 |
Steinar A. Prestá | 1 |