Neistin ongan botn

Steypahondbóltur: Botnurin farin undan Neistanum – fimm dystir í dag

Í gjár vann H71 32-20 á Neistanum í fyrsta umfarinum í bólkaspælinum í Faxe Kondi steypakappingini í hondbólti. Í dag eru fimm dystir á skránni.

 

H71 er favorittur at fara við bæði landskappingini og steypakappingini. Tí vóru teir eisini favorittar at vinna á Neistanum í gjár. Neistin hevur tvey ár upp  í slag verið í steypafinaluni, men tað sást ikki aftur á avrikinum í gjár.

 

Í hálvleikinum vóru bara tvey mál á munin, men hoyvíkingar vinna seinna hálvleik við tíggju málum. Hetta er ikki fyrstu ferð í ár, at Neistin fer í upploysn í seinna hálvleiki. Tað tykist sum avrikini kunnu verða avbera góð, men eisini uttan botn.

 

- Vit hava eitt ungt lið, sum tá vit standa saman og stuðla hvørjum ørðum so kunnu vit spæla upp móti teimum bestu, men vit mangla kanska tað stóru stjørnuna, og tann roynda spælaran, sum tekur ábyrgd, tá harðast leikar á. H71 hevur millum annað Peter Krogh, sigur Teis Horn Rasmussen, spælskipari hjá Neistanum.

 

Les eisini: Ljóðsamrøða við Teis Horn Rasmussen, Nesitin

 

Hann viðurkennur eisini, at hetta er ein afturvendandi trupulleiki hjá teimum bláu, men heldur ikki at teir kunnu fjala seg aftanfyri, at teir eru ungir.

 

Kvinnur og menn í dag

Í dag eru fimm dystir í Faxe Kondi steypakappingini. Hjá kvinnum er lagt upp til spennandi dyst á Hálsi, har Kyndil tekur móti VB. Skal Kyndil hava mótstøðu áveg í hálvfinaluna, so er tað helst í hesum dystinum, at tær skulu steðgast. Í bólki 2 tekur eitt styrkt VÍF lið ímóti StÍF.

 

Les eisini: Kjartan aftur til Føroya at spæla

 

Hjá monnum er størsti spenningurin eisini á Hálsi, har Kyndil fær vitjan av einum styrktum StÍF. Kjartan Johansen er komin aftur úr Danmark, meðan Marius Joensen eisini er tøkur aftur. Rás2 sinfur beinleiðis frá dystinum.

 

Faxe-Kondi steypakappingini:

Menn Bólkur 1:

H71 – Neistin 32-20 (15-13)

H71: Dánjal Tórgarð 8, Peter Krogh 7, Hilmar Leon Jacobsen 6, Jónas G. Djurhuus 5, Pætur Thomsen 3, Hans Kári Hansen 1, Sigmundur Dahl 1, Sigmundur Nolsø 1,

Neistin: Rói Berg Hansen 5, Teis Horn Rasmussen 4, Christopher Moe 3, Rune Olsen 3, Frank Askildsen 2, Rasmus Muller 1, Pætur Mikkjalson 1, og Torkil Hentze Mørk 1

 

Í dag:

KÍF-H71 2 (Kl 19.00)

 

Menn Bólkur 2

Í dag:  

VÍF – Team Klaksvík (Kl 16.00)

Kyndil – StÍF (Kl 16.00) Beinleiðis á Rás2

 

Kvinnur Bólkur 1

Í dag:

VÍF – StÍF (Kl 14.30)

 

Kvinnur bólkur 2

Í dag:

Kyndil – VB (Kl 14.30)

 

Týsdagin:

Stjørnan – H71 (18.30)