Tveir dystir hava verið í fremstu kvinnudeildini í hondbólti í dag.
Á Skála vann oddaliðið, Neistin 31-25 á StÌF. StÍF var á odda 17-15 í steðginum, men aftur hesaferð gjørdu neistakvinnur bart teir seinastu 10 minuttirnar av dystinum.
Ì høllini í Runavík vann VÍF/Tjaldur 23-22 á VB. VB var á odda 13-10 í steðginum.
Støðan í fremstu kvinnudeildini
1. Neistin 14 dystir 28 stig
2. Kyndil 14 dystir 16 stig
----------------------------------------
3. VÍF/Tjaldur 14 dystir 14 stig
4. VB 15 dystir 10 stig
5. StÌF 14 dystir 9 stig
6. Stjørnan 13 dystir 7 stig