Neistin og Stjørnan bresta saman

Lutakast hevur verið til hálvfinalurnar í Coca Cola-kappingini í hondbólti, og her gjørdist greitt, at oddaliðini í bestu kvinnudeildini møtast

Neistin og Stjørnan hava verið tey bæði liðini, sum hava mynda oddin í føroyskum kvinnuhondbólti seinastu árini, men nú er greitt, at annað av hesum liðunum rýkur út í hálvfinalunum í Coca Cola-kappingini. Hesi bæði skulu nevniliga møta hvørjum øðrum í aðrari hálvfinaluni, meðan Kyndil og VB møtast í hinari.

Hjá monnum skal oddaliðið í landskappingini, VÍF, møta KÍF, meðan StÍF og Neistin bresta saman. Her má VÍF metast at vera favorittur ímóti KÍF, meðan dysturin ímillum StÍF og Neistin tykist meir spennandi.
Fyrru hálvfinalurnar eru setta til mikudagin 10/1, meðan seinnu hálvfinalurnar eru settar til mikudagin 24/1, og longu nú er greitt, at allir dystirnir hjá monnum vera spældir hesar dagar. Hjá kvinnum mugu onkrar broytingar gerast, men enn er ikki greitt, nær hesir dystir vera spældir.