Neistin og B 36 skipa fyri dansi í ítróttarhøllini

Annað vikuskifti verður aftur svingað í ítróttarhøllini á Nabb, tá kenda, danska dansiorkestrið Klaus & Servants fara at spæla til dans

Leygarkvøldið 18. oktober fara teir kendu Klaus & Servants at spæla til dans í ítróttarhøllini á Nabb í Havn. Tað eru Neistin og B36, sum skipa fyri.

Klaus & Servants er dansiorkestur, sum hevur verið kent í eina fjórðingsøld. Teir eru kendir fyri at hava sera gjøgnumførdar framleiðslur.

Til dømis lata teir seg í, alt eftir hvar og hvat spælt verður. Og vanligt er, at teir skifta fleiri ferðir undir eini framførslu.

Tónleikurin er Dansktop tónleikur, sum savnar nógv fólk.

í summar hava teir ferðast í Týsklandi, har teir javnan hava spælt fyri fullum húsum. Og í Danmark eru teir nógv eftirspurdir.

Tað er neyvan nakar dani, sum ikki kennir orkestrið. Teir eru at kalla fastir á Dansktoppen, sum er javngamal við orkestrið, og í sjónvarpi eru teir ofta at síggja og hoyra.

Úrvalið, spælt verður, er breitt. Har er Dansktop tónleikur, poppur frá seksti- og sjeytiárunum, Country & Western og stillir Evergreens. Stutt sagt alt, sum fólk kunnu ynskja sær.

Og júst hetta breiða úrvalið tryggjar, at tað altíð ber til at hava júst tann rætta tónleikin til eitthvørt høvið.

Atgongumerkini til dansikvøldið við Klaus & Servants fáast á Shellstøðunum á Frælsinum og við Ringvegin í Havn. Á Shellstøðunum í Vestmanna, Eysturoynni og í Klaksvík. Eisini fáast tey í Kunningarstovuni í Havn og í Kiosk Vár í Runavík. Atgongumerkini kosta 130 krónur.