Neistin økir um munin

Kvinnurnar hjá Neistanum høvdu ongar trupulleikar við at basa Søljuni í kvøld.

Ein dystur hevur verið í bestu kvinnudeildini í hondbólti í kvøld, Hvonndeildini, har oddaliðið Neistin fekk vitjan av Søljuni.


Neistin vísti, at talan var um topp ímóti botni. Tær vunnu dystin 38-12 eftir at hava verið á odda 19-5 í hálvleikssteðginum.


Bára Hansen gjørdist toppskjútti hjá Neistanum við heili 11 málum, meðan Arnleyg Haraldsen var besti málskjútti hjá gestunum við fimm málum.


Við sigrinum økir Neistin um munin til hini liðini. Tær hava nú 27 stig, meðan Kyndil hevur 22 stig. Kyndil og flest øll hini liðini hava tó leikt ein dyst færri.