Neisitin er á odda við trimum málum í hálvleikinum í dystinum móti favorittinum úr Hoyvík. Støðan í hálvleikinum er 14-11.
Liðini skiftast um at hava takið á dystinum. Millum annað var Neistin á odda 9-6, men løtu seinni var 10-9 til H71. Stutt fyri hálvleik fekk Neisitin fleiri mótálop, meðan verjan stóð stinn.
H71 skal helst vinna dystin fyri at hava samband við oddaliðið, KÍF, sum vann í gjár. Neistin hevur fleiri ferðir í ár havt trupulleikar við orkuni, nú er so spurningurin um teir megna at halda torn allan dystin.
Dysturin er annars seinkaður eitt stórt korter, tí kvinnudysturin millum Neistan og Stjørnuna vardi nakað longer, tí ein leikari mátti á sjúkarhúsið við skaða.