Neistin á odda

Eftir trivaliga sigurin á Tjaldri hava Neistakvinnurnar ? fyribils í øllum førum ? lagt seg á odda

Hondbóltur

Tað var ikki tað stóra at tosa um, tá Neistin mikukvøldið vitjaðu í Runavík. Stigatalvan tosaði longu undan dystinum sítt týðuliga mál um støðuna hjá liðunum báðum, og á vøllinum var so heldur ikki tann stóri ivin.
Frá fyrsta bríksli byrjaði Neistin at toga frá, og so gekk tað bara ein vegin.
Sigurin ber við sær, at Neistin nú hevur lagt seg á odda í bestu kvinnudeildini. Saman við VB og Stjørnuni hava tær bláu úr Havn nú 12 stig, men Neistin hevur so leikt ávíkavist ein og tveir dysir fleiri enn hini bæði oddaliðini.
Fram til 11. desember verður tað tó eingin, sum tekur tær bláu, tí kvinnurnar skulu nevnliga hugsa um steypa- og ikki landskapping komandi vikuskiftið. Um hálva aðru viku verður talan tó um munandi truplari uppgávu hjá Neistanum. Tá verður tað nevnliga VB, sum er mótstøðuliðið.
Tíverri hava vit ikki fingið nakran dómaraseðil frá dystinum.