Steðgur hevur verið í FTZ-deildini hetta vikuskiftið, tí at A-landsliðið hjá monnum hevur verið í Póllandi og luttikið í venjingarkapping. Kvinnurnar hava tó ikki havt nøkur landsliðsørindi hetta vikuskiftið, og tískil var ongin forðing fyri, at tveir dystir kundu spælast í Hvonndeildini í dag.
Í Vestmanna tók VÍF ímóti Neistanum, meðan VB spældi ímóti StÌF í høllini í Vági.
Sum heild plaga neistakvinnur at hava yvirtakið ímóti vestmenningum, og soleiðis var eisini í dag. Longu í fyrra hálvleiki var dysturin avgjørdur, tá ið neistakvinnur vóru á odda 21-10. Í seinna hálvleiki fekk heimaliðið tó minkað um skrædlið, so endaliga úrslitið gjørdist 31-24 til Neistan.
Neistin er nú oddalið í Hvonndeildini, tí at málmunurin hjá neistakvinnum er betri enn tann hjá Kyndli.
Í Vági var talan um ein meira spennandi dyst, men har var eiheldur tann heilt stóri ivin um vinnaran. VB vann 29-23 ímóti StÍF eftir hálvleiksstøðuna 13-9.
Støðan í Hvonndeildini er hendan:
1. Neistin 12 stig
2. Kyndil 12 stig
3. VB 8 stig
4. VÍF 8 stig
5. StÍF 3 stig
6. Stjørnan 1 stig
Kyndil og StÍF hava spælt átta dystir, meðan øll hini liðini hava spælt sjey dystir.
Ongin dómaraseðil er tøkur frá dystinum í Vestmanna, men málskjúttarnir í Vági vóru hesir:
VB-StÍF 29-23 (13-9)
VB: Maria Halsdóttir Weyhe 7, Danijela Mistric 7, Bára Krosslá Mortensen 4, Rúna Jacobsen 3, Gurið Krosslá Augustinussen 3, Rannvá Johannesen 3 og Christina Holm 1.
StÍF: Guðrið Poulsen 10, Ninna K. Poulsen 8, Rebekka Poulsen 2, Erla Petersen 1, Sunfríð B. Johansen 1 og Paula B. Høgnesen 1.