Neistin nærkast finaluni

Við fýra mála sigri á grannunum hava Neista-kvinnur skapt sær eitt gott útgangsstøði undan leygardegnum, tá seinna hálvfinalan er á skránni

Hondbóltur

Fyrsta hálvfinalan í Sunset-kappingini varð spæld mikukvøldið, tá Neistin og Kyndil spældu framskundaða dystin. Framskundaður, tí Kyndil skal halda føðingardag um vikuskiftið, og at tað tí illa ber til, at spæla bæði leygar- og sunnudagin.
Undan dystinum vóru Neista-kvinnur stórfavorittar, og við sigrinum livdu tær sum so eisini upp til vónirnar.
Men tað var samstundis greitt, at Kyndil í størri mun enn seinasta sunnudag hevði lisið uppá, hvat tær ikki skuldu gera. Í øllum førum ansaðu tær hesa ferð væl betur eftir kviku mótálopunum, sum Neistin ferð eftir ferð setti ferð á sunnudagin.
Tað var tó fyri tað nógva ein ávísur styrkismunur millum liðini, og bara fimm minuttir fyri dystarlok stóð 24-16 á talvuni.
Kyndil fór tó ikki niður við nakkanum. Tær hildu áhaldandi fram at stríðast, og tær fingu eisini løn fyri hetta, tá tað eydnaðist at minka munin niður í fýra mál seinastu løtuna. Ein munur, sum framvegis ger Neistan til favoritt, men enn kunnu tær bláu tó ikki siga game, set and match.

Fakta um dystin
Neistin-Kyndil 24-20 (12-8)
Málskjúttar
Neistin: Nicoleta Radu Hansen 7, Ása á Neystabø 5, Mildrið Jacobsen 3, Kára á Dunga r3, Rakul Augustinussen 2, Katrin á Neystabø 1, Gunnvá Brockie 1, Unn Kragesteen 1, Annika Thomsen 1
Kyndil: Randi S. Wardum 7(3), Anja Heinadóttir 6, Jórun S. Ludvig 4, Lina Adriulyte 3(1)
Brotskøst: Neistin 3, Kyndil 5
Útvísingar: Neistin 4
Dómarar: Kristian Johansen & Sámal Paulason