Neistin misti stigini

VÍF tykist í løtuni at vera í einum lítlum aldudali, men teir megnaðu kortini at hála sigurin heim móti Neistanum

 

VÍF-Neistin 27-24 (12-14)


Hondbóltur


At VÍF skuldi fáa ein truplan dyst móti Neistanum, var so avgjørt ikki væntandi, men veruleikin er nú tann, at vestmenningar í dag munnu vera sera fegnir um, at tað eydnaðist teimum at toga sigurin heim.

Megin partin av dystinum var tað nevnliga Neisitn, sum hevði leiðsluna, og hóast VÍF vann seg fram um í seinna hálvleiki, so megnaðu gestirnir enn eina ferð at svar aftur, soleiðis at teir vóru framman fyri, tá bert fáir minuttir restaðu at leika.

Seinastu sjey minuttirnar av dystinum fingu gestirnir tó einki mál, og tá vestmenningar samstundis fingu fýra, so fingu teir hóast alt tey bæði stigini, sum eru so týdningarmikil í oddastríðnum.


Trupult móti meistarunum

Eftir dystin fingu vit orðið á Áka Olsen, sum í fjør var við til at vinna FM-heitið til Neistan, og hann ásannaði, at teir so avgjørt ikki høvdu havt nakran lættan dyst.

- Tað er sjálvandi altíð torført at spæla móti føroyameisatarunum, sigur Áki smílandi, emn ásannar samstundis, at spælið hjá oddaliðnum ikki var nóg gott hendan dagin.

- Tað gekk illa hjá okkum, og vit ongantí okkara spæl at koyra. Sjálvandi komst hetta eisini av, at Neistin spældi ein góðan dyst, og eisini stóð Lars væl í málinum, har hann bjargaði fleiri royndum, tá vit høvdu spælt okkum ígjøgnum.

- Hevði Martin (Hummeland) ikki verið so skarpur, so eri eg als ikki vísur í, at vit høvdu vunnið dystin, men tíbetur megnaðu vit at fáa stigini til høldar.


Langur vegur eftir

Tepri sigurin á Neistanum prógvaði kanska eisini, at tað als ikki er so víst enn, at VÍF kann kalla seg føroyameistara, tá árið er av, og Áki er so heldur ikki ósamdur í hesum.

- Nei, har er langur vegur eftir enn. Vit hava nú dystir móti bæði strandingum og Kyndli, og tað er heilt víst, at spælið skal broytast, um vit skulu vinna teir dystirnar, sigur Áki Olsen at enda.


Dysturin í tølum

Málskjúttar:

VÍF: Martin Hummeland 7, Sámal Joensen 6, Áki Olsen 5, Johnny Joensen 4, Ingi Olsen 2(1), Rógvi Nielsen 1, Agnar Joensen 1, Petur Fr. Joensen 1

Neistin: Áki Mørk 6(2), Ræni Slættanes 5, Ári Rouch 4, Rune Møller 4, Ragnar Zachariasen 3, Karl O. Rasmussen 2

Brotskøst: VÍF 2, Neistin 3

Útvísingar: VÍF 3, Neistin 7

Dómarar úr Kyndli: Hanus Kúrberg og Hans Thomassen