Neistin misti finalusessin

Kyndil-Neistin 27-21 (14-8)

Kyndil var frá byrjan betra liðið, tá kvinnurnar í høvuðsstaðnum hittust til grannauppgerð.

Serliga í verjupartinum var Kyndil nógv stinnari, og tær skaptu sær alt fyri eitt eitt glopp niður til Neistan.

Og tó at tær bláu eftir steðgin komu betur við, so megnaðu tær als ikki at hótta Kyndil, sum vann ein sera tryggan sigur. Og harvið endaliga staðfestu, at niðurflytingin als ikki er nakað aktuelt mál fyri teirra viðkomandi.

Bestu málskjúttarnir hjá Kyndli vóru Lina Andriulyte, Eyðritt Andreassen og Randi Wardum, sum allar skutu 5 mál. Fyri Neistan gjørdi Nicoleta Radu Hansen somuleiðis 5 mál.