Neistin-Madeira í Europacup-dysti

Neistin og Madeira SAD spæla Europacup dyst í Høllini á Hálsi í kvøld klokkan 19.

 

Neistin hevur spælt seg víðari í Evropacup kappingini – sum fyrsta hondbóltslið nakrantíð – og spælir í øðrum umfari ímóti næstbesta liðnum í portugisisku kappingini, sum er heimahoyrandi á oynni Madeira.

 

– Hetta er spennandi avbjóðing og eitt forkunnugt lið at spæla í móti, sigur Neistin á heimasíðuni.

 

Tey í Neistanum ætla at fáa nógvar áskoðarar til dystin, og skipað hevur verið fyri upphiting í Neistarúmini frá klokkan 17.

 

Útvarpið sendir frá dystinum, og frásøgumaður verður Suni Merkistein.