Neistin mátti stríðast

Fyrra tíman var nevnliga eingin munur millum liðini. VB var kanska liðið, sum spældi betur, men vantandi skotstyrkin gjørdi, at tær høvdu ilt við at finna upp á ráð, um vong- og strikuspælið ikki gekk.

Fyrstu løtuna eftir steðgin tók Neistin tó dystin í egnar hendur. VB misnýtti fleiri møguleikar, og so gjørdist talan ístaðin um fleiri kontra á rað, soleiðis at Neistin vann seg upp á 19-13. Eftir hetta var dysturin avgjørdur, og Neistin kundi soleiðis seta tvey stig afturat inn á kontina.

Besti málskjútti hjá Neistanum var Anja Heinadóttir við 6 málum. Bára Mortensen og Svava Vestergaard skutu 5 mál í part fyri VB.

 

Neistin-VB 27-20 (12-12)