Stríðið um tey fýra ovastu plássini er víðopið aftur, eftir at Neistin fór við báðum stigum í Kollafirði í kvøld eftir úrslitið 26-21.
Sí eisini:
Endurtøka av ársins drama klokkan 17.00
KÍF-Neistin 21-26: Dystarendin og samrøður frá FM1
Neistin tóktist at hava avgjørt dystin miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá ið leiðslan kom upp í seks mál og Nicklas Selvig hevði fingið sína triðju útvísing. Tá ið Hans Eli Sigurbjørnsson, sum var við eftir skaðasteðg, heldur ikki fekk ferð á sína vanligu málskjóting, gjørdist tað sera trupult hjá kollfirðingum í seinna hálvleiki. Ungu neistamenninir, Dánjal Ragnarsson, Tróndur Mikkelsen, Julian Kragesteen og Karl Martin Olsen gingu undan í álopinum, og so við og við fekk Rasmus Søby eisini stillað siktið, og fór at høgga bóltarnar í netið.
Men KÍF fann eitt eyka vápn, tá ið Rani Højgaard fór at bjóða av. Hann sendi fýra harðar bóltar í málið, so at tey seks málini á muni brádliga vóru eitt, tá ið einir tríggir minuttir restaðu í. Men spenningurin fánaði brádliga, tá ið Neistin revsaði tveimum mistøkum, og økti enn meira upp í úrslitið 26-21 til Neistan.
Sí myndir frá dystinum niðanfyri hagtølini
| Okkaradeildin | |
| KÍF – Neistin 21-26 (8-9) | |
| 20. november 2019, Høllin í Kollafirði | |
| Málskjúttar KÍF | |
| Rúni Joensen | 6 |
| Rani A. Højgaard | 4 |
| Atli L. Hammer | 3 |
| Hans Eli Sigurbjørnsson | 3 |
| Andrias Nielsen | 2 |
| Nicklas Selvig | 2 |
| Ási Dam | 1 |
| Málskjúttar Neistans | |
| Dánjal Ragnarsson | 7 |
| Rasmus Søby | 6 |
| Karl Martin Olsen | 5 |
| Julian Kragesteen | 4 |
| Tróndur Mikkelsen | 3 |
| Rune Olsen | 1 |
Støðan í Okkaradeildini
| 1 | H71 | 7 | 207 | 165 | 42 | 12 |
| 2 | StÍF | 8 | 226 | 220 | 6 | 11 |
| 3 | VÍF | 8 | 227 | 211 | 16 | 10 |
| 4 | KÍF | 8 | 222 | 204 | 18 | 9 |
| 5 | Neistin | 8 | 208 | 195 | 13 | 8 |
| 6 | Kyndil | 7 | 182 | 192 | -10 | 4 |
| 7 | Team Klaksvík | 8 | 179 | 264 | -85 | 0 |
##ms##











