Neistin kann taka gullið

Eftir tepra sigurin í fyrstu finaluni hevur Neistin betru kortini í dag.

Endar dysturin javnt, kann Neistin nevnliga rópa seg føroyameistara.

StÍF hevur hinvegin fyrimunin av heimavølli. Og megna teir at halda fast um somu taktir, sum teir sýndu seinna hálvleik av dystinum í fyrradagin, kann Neistin fáa eina ómetaliga trupla uppgávu. Og í øllum førum eina uppgávu, sum enn einaferð setir síni krøv til stórspæl frá málverjanum.