Neistin helt finalukósini

VB hevði leingi munin, men tær megnaðu ikki at halda dampinum allan dystin, og so streyk Neistin avstað í dystinum um finaluplássið

Neistin-VB 27-23 (12-13): 


Verður sæð burtur frá spennandi botnstríðnum, so er størsti spurningurin í Sunset-deildini, hvør skal fylgja við Stjørnuni í FM-finaluna. Og her tók Neistin eitt stórt fet, tá tær leygardagin vunnu heimadystin móti VB.

Men tað stóð nógv á. Neistin var annars liðið, sum byrjaði betri, men um miðjan fyrra hálvleik fekk VB av álvara glið á. Fram til tá hevði Daiva fyri tað mesta verið tann, sum langaði bóltarnar í kassan, men tá aðrar brádliga byrjaðu at skora, fekk VB veruliga munin í dystinum.

Og tó at Neistin svaraði aftur, so var tað ikki fyrr enn seint í seinna hálvleiki, at tær veruliga sluppu avstað. VB tóktist ikki megna at halda fast í dystinum, og so kundu kviku Neista-kvinnurnar púrasta punktera dystin.

Sigurin ber við sær, at Neistin nú er trý stig framman fyri VB. Enn hevur Neistin tó til góðar at koma á vitjan í Vági. Og lítil ivi man vera um, at júst tann dysturin er størsta vónin hjá VB fyri at røkka enn einum finaluplássi.


Fakta um dystin

Neistin-VB 27-23 (12-13)

10 min: 5-3

20 min: 9-7

40 min: 19-17

50 min: 24-20

Málskjúttar

Neistin: Nicoleta Radu Hansen 9(3), Elin Stakksund 5, Unn J. Kragesteen 5, Ása á Neystabø 4, Anja Heinadóttir 2, Rakul Augustinussen 2

VB: Daiva Toumaite 12(3), Svava Vestergaard 3, Laila Jespersen 3, Mariah Milicevic 2, Monika Samuelsen 2, Carol Kjærbæk 1

Brotskøst: Neistin 6, VB 3

Útvísingar: Neistin 1, VB 4

Dómarar: Karstin Joensen & Kristian Joensen