Neistin-H71 FM-finala beinleiðis á FM1 klokkan 19

H71 er á odda 1-0 í finaluuppgerðunum

Í kvøld klokkan 19 verður onnur FM-finalan í SMS-deildini leikt í høllini á Hálsi í Havn.

 

H71 vann 29-24 á Neistanum í 1. FM-finaluni í Hoyvíkshøllini farna leygarkvøld, og nú hevur Neistin hart brúk fyri at vinna fyri at javna finaluuppgerðina til 1-1. Vinnur H71 í kvøld skulu tær bara vinna eina finalu aftrat fyri at tryggja sær FM-gullið.

 

FM1 sigur beinleiðis frá 2. FM-finaluni í høllini á Hálsi í kvøld.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo