Neistin lat ongan iva verða um hvør er oddalið í fremstu deildini hjá kvinnum, tá teir mikukvøldið spældi móti StÍF.
StÍF var annars væl við í dstinum fram til miðskeiðis í seinna hálvleiki. Í hálvleikinum vóru tað bara tvey mál, ið skiltu liðini. Liðini fylgjast eisini fram til eitt korter er farið av seinna hálvleiki, tá Neistin dregur frá.
StÍF fær Rebekku Poulsen útvísta, og Barbara Brauer umsetur brotskast til mál til 24-21 til gestirnar. Rebekka Danielsen minkar um munin, men so skorar Neistin fýra mál upp í slag og avger dystin. Ása á Neystabø eigur trý av málunum, sum øll koma upp á tríggjar minuttir.
Dysturin var ein dystur millum tveir stórspælandi leikarar, sum nærmast skutu um kapp. Fyri Neistan var tað Barbara Brauer, sum skjeyt ikki færri enn 13 mál í dystinum. Í hinum endanum var Rebekka Justinussen ein í stórform, og skoraði heili 11 mál fyri heimliðið.
Neisitin hevur eftir fimm dystir framvegis fult stigatal og er greitt oddalið. Meiri spenningur tykist vera um hvør fær annað plássið í løtuni. VB og Kyndil hava fimm stig á ávíkavist øðrum og triðja plássi, meðan StÍF hevur tvey stig, men hevur spælt ein dyst færri. VÍF/Tjaldur og Stjørnan hava framvegis einki stig fingið.
- - -
StÍF – Neistin 36-29 (17-19)
StÍF: Rebekka Justinussen 11, Fríðrún Danielsen 5, Bára Berthelsen 4, Rebekka Poulsen 3, Jóhanna Poulsen 2, Birna Tummasardóttir 1, Paula Høgnesen 1
Neistin: Barbara Brauer 13, Nicoletta Hansen 6, Ása á Neystabø 5, Bára Hansen 5, Jacklin Djurhuus 4, Eir M. Berg 2, Marjun Damberg 1