Neistin á FM kós

HONDBÓLTUR: Tað var eingin slingur í valsinum, tá ið Neistin, sum alt árið hevur verið oddalið, í fyrsta finaludystinum vann við ellivu málum í Kollafirði. Neista menninir hava alt kappingarárið verið FM favorittar, og eftir fyrstu FM finaluna ímóti KÍF, sum í kvøld var spæld í Kollafirði, so er tað als einki, sum bendir á, at Neistin ikki longu Skírisdag skal tryggja sær FM heitið.

Í kvøld vann Neistin 35-24 ímóti KÍF, sum í 1. hálvleiki var púra fyri ongum. Tað boðar úrslitið eisini frá. Tá ið teir fóru at hvíla seg, var Neistin frammanfyri 15-5!!

Í 2. hálvleiki leikaði meiri javnt á, men tá høvdu Neistamenn longu væl og virðiliga tryggjað sær sigurin, sum var so sannførandi, at tað er einki, sum bendir á, at Neistin ikki fer at fáa FM steypið handað, tá ið liðini hittast í Havn Skírisdag klokkan 18.30.

 

KÍF-Neistin 24-35 (5-15)

1. FM finala

Dómarar: Andreas F. Hansen og Eyðun Samuelsen

KÍF: Ási Dam 5, Rógvi Weihe 5, Agnar Joensen 3, Rúni Joensen 3, Niklas Reginsson 3, Andrias Nielsen 2, Teitur Joensen 1, Hans Eli Sigurdbjørnsson 1, Tony Weihe 1

Neistin: David Edvardsen 10, Jugoslav Djumic 5, Finnur Hansson 5, Heini Hanusarson 4, Áki Mørk 4, Teitur Magnusson 3, Ingi Olsen 2, Heini Ragnarsson 1, Kristian Dulavík 1