Eftir toppdystin í kvinnudeildini ímillum VÍF og Neistan í kvøld, vóru tað menninir hjá somu liðunum, sum áttu tørn. VÍF hevði tørv á tveimum stigum fyri halda seg inni í stríðnum um seinna finaluplássið, meðan Neistin hevði tørv á teimum fyri at fáa samband við mittfeltið í deildini.
Neistin fekk eina dreymabyrjan og kom á odda við fleiri málum, og hóast VÍF raknaði við og minkaði væl um munnin, so var tað Neistin, sum heldur óvæntað slapp til hálvleiks á odda 13-12.
Í seinna hálvleiki vísti Neista-málverjin, Nicolas Satchwell, stórspæl, men Neistin hevði ilt við at renna frá VÍF, hóast teir høvdu møguleikan til tað. Seinastu løtuna stóð á jøvnum 24-24, men bæði liðini misnýttu møguleikan at vinna sær bæði stigini. Tað endaði við 24-24-javnleiki.
Toppskjúttar í dystinum vóru Filip Jojic hjá VÍF og Rói Berg Hansen hjá Neistanum. Teir báðir skutu sjey mál í part.
Tað eina stigið merkir, at VÍF framvegis er aftanfyri KÍF – nú tó bara við einum stigi. Neistin verður verandi á næstaftastaplássi, nú við tveimum stigum upp til næstu liðini.