Neistin fann stevið aftur

Fleiri hildu annars, at tapið hjá Neistanum móti VÍF fyri viku síðani var tekin um mettu og kanska eisini timburmenn eftir sigurin í steypafinaluni.

Men móti H71 prógvaði Neistin aftur, hví teir eru á odda í Atlantic Airways-deildini.

Neistin setti seg frá byrjan á dystin, og teir lótu ongan tíð av álvara upp fyri møguleikanum hjá H71 at stríða seg til veruligan spenning.

 

Besti málsjútti Neistanum var í dag Heini Hanusarson við 10 málum. Esbern Patursson skeyt 9 av málunum hjá H71.

 

H71-Neistin 29-35 (11-18)