Neistin fór frá VB

Heldur óvæntað vunnu neistakvinnurnar í Vági, meðan Stjørnan sum væntað vann á Strondum

 

Talan gjørdist í báðum førum um útisigrar, tá tveir dystir í bestu kvinnudeildini í hondbólti vóru á skránni sunnudagin.

Í Vági vann Neistin ein sera javnan dyst móti VB, og við sigrinum lyfti Neistin seg upp á triðja plássið í stigatalvuni.

Á Strondum hevði StÍF vitjan av Stjørnunni, og hóast heimaliðið gjørdi ein vørr og leingi hevði eina tepra leiðslu, so megnaði Stjørnan seinastu 20 minuttirnar at skræða seg leysan, soleiðis at talan gjørdist um ein hampuliga tryggan sigur.

Úrslitini sunnudagin vóru hesi:

VB-Neistin 20-24 (10-13)

StÍF-Stjørnan 16-22 (8-9)