Neistin fær 100.000 krónur frá H71

Tí í april avdúkaði stjórin í Rainbow Seafood, at teir vildu stuðla H71 við 100.000 krónum í altjóða kapping. Men H71 fer ikki at luttaka, og tí fer stuðulin til steypavinnararnar Neistan

Tað var ikki hissini stuðul, Rainbow Seafood og Regin Mikkelsen lovaðu Føroyameistarunum í H71. 100.000 krónur skuldu hoyvíkingar fáa, nú teir fyri fyrstu ferð nakrantíð fingu møguleikan at royna seg í altjóða kapping.

– Einasta treytin, sum vit seta, er at meistararnir fara til Europa Cup, segði Regin Mikkelsen hetta kvøldið í apríl, tá hondbóltsleikarar heiðraðu hvørjum øðrum á gallaveitslu.

Hesa treyt hevur H71 ikki uppfylgt. Teir ætla ikki at luttaka í Europa Cup og harvið fáa teir ongar pengar. Tískil fær Neistin nú latið 100.000 krónur upp í hendi – frá H71 meiri ella minni.

– Vit ynskja einans at stuðla hondbóltinum. Sjálvt um vit ikki høvdu ímyndað okkum, at H71 ikki fór at luttaka í Europa Cup, nú teir hava møguleikan til tess fyri fyrstu ferð, so høvdu vit frammanundan avgjørt, at tóku teir ikki av, fór stuðulin til steypavinnararnar, greiðir Regin Mikkelsen frá.

Neistin hevur boðað frá, at teir fara at taka lut í Europa Cup, har teir skulu til Bulgaria at takast við HC Dobrudja-Dobrich. Til hesa uppgávu hava teir nú fingið 100.000 krónur frá Rainbow Seafood.