Talan var um rættan toppdyst, tá H71 og Neistin brustu saman sunnudagin. Saman við VÍF vóru hesi bæði liðini tey einastu, sum høvdu fingið fulla úrtøku úr fyrstu umførunum,
Dysturin snúi seg tí um, hvat av liðunum framvegis skuldi verða heilt frammi í oddinum komandi vikuna, og sum úrslitið vísur á, so eydnaðist tað Neistanum at vinna sær hendan rættin.
Høvdu altíð munin
Neistin legði seg alt fyri eitt á odda, og fyrstu løtuna høvdu hoyvíkingar sera ilt við at sleppa inn um neistaverjuna, sum fyri fyrstu ferð í ár hevði eitt veruliga gott tak á mótstøðuliðnum.
Góða verjuspælið var sjálvsagt ein góður hornasteinur í neistaspælinum, og so líðandi fóru teir at draga burtur frá mótstøðuni.
Eitt skifti var munurin fýra mál, men eftir at H71 seinastu løtuna undir steðginum fór undir mansverju av Heina Joensen, fingu teir toga seg nakað væl innaftur á Neistan, soleiðis at munurin í hávlleikinum bert var eittans mál.
Í seinna hálvleiki hildu hoyvíkingar á við mansverjuni, men tað var tó sjónligt, at neistaliðið hevði nýtt hálvleikssteðgin til at tosa um, hvussu teir skuldu takla hetta.
Fyrstu løtuna av seinna hálvleiki skryktu teir seg alt fyri eitt leysar av hoyvíkingunum, og vóru tað ikki minst Jacob Jónsson og Áki Mørk, sum dugdu at gera sær dælt av eyka plássinum, sum kemur í, tá spælt verður fimm móti fimm.
Í vejruni høvdu teir bláu framhaldandi eitt sera gott tak á stórskjúttunum hjá hoyvíkingum, og tá neistavenjarin so eisini kann velja ímillum tveir klassamálverjar, var tað sjálvsagt, at tað var trupult hjá H71 at vinna seg innaftur.
Viðvíkjandi málverjunum í dystinum, so er ananrs at siga, at tað kann tykjast eitt sindur løgið, at Neistin í ár hevur valt at fáa sær styrk frá tveimum útlendskum málverjum.
Orsøkin til hetta kann so ikki vera tann, at felagið ikki eigur nøkur góð evni. Í málinum hjá hoyvíkingum stóð nevnliga Levi Nybo, sum er uppvaksin í Neistanum, og hann var so avgjørt ein av orsøkunum til, at sigurin hjá Neistanum ikki gjørdist størri enn tað sama.
Ein avbjóðari
Hetta nertir tó ikki við tað støðu, at skal metast eftir dystinum sunnudagin, so er talan í veruleikanum bert um ein avbjóðara til trúnuna hjá vestmenningum.
Í undanfarnu trimum dystunum hevur spælið hjá Neistanum verið lítið sannførandi, og teir hava so avgjørt ikki verið óhepnir at fáa tríggjar eitt-máls sigrar til høldar í hesum.
Sunnudagin sást tó nakað av tí spæli, sum skal til, um ætlaninar um ein sess í oddinum skulu gerast til veruleika. Í verjupartinum dugdu teir sera væl at byrgja upp fyri skjúttunum hjá mótstøðumonnunum, og tá hesir so kortini sluppu framat, høvdu teir so framvegis annan av útlendsku málverjunum hjá Neistanum at stríðast við.
Fleiri um boðið
Í álopspartinum var spælið hjá Neistanum kanska ikki heilt so flótandi, men tað verður tað sjáldan, tá mótstøðuliðini seta týdningarmestu kortini úr spælinum við mansverju. Tað var tó í hesum sambandi sjónligt, at avrikið hjá Neistanum ikki í ov stóran mun er tengt at gerðunum frá einum ella tveimum leikarum.
Hóast bæði Heini Joensen og Jacob Jónsson skiftivís vórðu mansvardir, so dugdu hinir ? serliga Áki, Kári og Hans Áki ? so sanniliga eisini at finna vegin til meskarnar,
Akkurát hvussu langt alt hetta røkkur, er kanska eitt sindur ilt at siga, men tað er í øllum førum greitt, at Neistin hevur tekningina til nakað stórt liggjandi klára. Spurningurin er so, um tekningin er eins góð sum tann hjá vestmenningum, og tað svarið má so í øllum førum bíða til komandi sunnudag. Tá koma vestmenningar nevnliga til Havnar.
Dysturin í tølum
H71-Neistin 24-31 (14-15)
Málskjúttar:
H71: Halgir Dahl Olesen 7(1), Finnur Hansson 5(1), Janus Joensen 5, Hallur Danielsen 3, Bjarni Wardum 2, Olaf Vestergaard 1, Johnny Durhuus 1
Neistin: Kári Mortensen 8, Heini Joensen 7(3), Áki Mørk 6, Jacob Jónsson 5(2), Hans Áki Dal-Christiansen 3, Ári Rouch 1, Zeljko Jotic 1
Brotskøst: H71 3, Neistin 5
Útvísingar: H71 5, Neistin 7
Dómarar úr Kyndli: Uni Wardum & Hannis Wardum. Kanska ikki teirra besti dystur, men myndugleiki teirra viðførdi tó, at teir ongan tíð mistu tamarhaldið á dystinum.