Hondbóltur: Oddaliðið Neistin hevði sunnudagin vitjan av grannakvinnunum úr Kyndli. Favorittarnir úr Neistanum vunnu dystin, men tær vórðu trýstar og vunnu tepurt 29-27 eftir hálvleiksstøðuna 15-15.
Hetta var fyrsti dystur hjá Neistakvinnum uttan Birgir Hansen sum venjara. Hann segði seg í síðstu viku úr starvinum, og til henda dystin var tað hjálparvenjarin, Sigrun Mikkelsen, sum tók sær av at stýra liðnum.
Kyndil hekk í
Neistin kom væl betur frá byrjan og legði seg á odda 4-1 áðrenn fimm minuttir vóru farnir. Tær úr Kyndli fullu tó als ikki í fátt og minkaðu niður í 5-4. Álopsspælið hjá Neistanum steðgaði meiri og meiri upp sum hálvleikurin leið, og við góðum mótálopum helt Kyndil seg inni í dystinum allatíðina, og í síðsta skotinum í fyrra hálvleiki javnaði Guðrið G. Eystberg á fyrsta sinni fyri Kyndil, soleiðis at tað stóð á jøvnum 15-15 í hálvleikinum.
Ikki uttan stríð
Hóast Kyndil fekk fyrsta máli í seinna hálvleiki og hesa løtuna á fyrsta sinni var á odda í dystinum, so spældu kvinnurnar hjá Neistanum seg væl upp, og serliga umvegis góðar innspælingar til strikuna, legði Neistin seg á odda 20-16. Enn einaferð stríddi Kyndil seg tó inn aftur í dystin og lá leingi og lúrdi aftanfyri við bara tveimum málum. Hjá Kyndli vóru tað serliga mótálopini, har ofta ein kvik Turið Arge streyk avstað og setti týdningarmikil mál á talvuna.
Neistin stóð seg tó sterkari og helt hesi tepru leiðsluni til dystarenda, og vunnu tær dystin 29-27.
Neistin heldur fjarstøðuna
Hóast nógv skal til, áðrenn Neistin snávar og missir oddasessin, so halda tær stimanum og bara vinna og vinna. Tær eru framvegis seks stig frammanfyri Stjørnuna, meðan Kyndil við ósigri teirra sunnudagin framvegis liggur á fimta plássi. Ein sigur hevði lyft tær upp um VÍF á fjórða plássið, men so varð ikki.
Neistin – Kyndil 29-27 (15-15)
Neistin: Barbara Brauer (7) Birita Wardum (6) Annika Thomsen (5) Jacklin Durhuus (4) Nicoleta R. Hansen (3) Bára Hansen (3) Elin Holm (1)
Útvísingar: 1xmin.
Kyndil: Jórun S. Ludvig (7) Turið Arge (6) Ásleyg Súnadóttir (3) Randi S. Wardum (3) Anja Heinadóttir (3) Guðrið G. Eystberg (2) Súsanna Petersen (2) Birita Mortansdóttir (1)
Útvísingar: 2x2min.
albinus@sosialurin.fo