Neistin dregur frá

Neistin vann í dag stórsigur á Stjørnuni, meðan VB og Kyndil spældu javnt í Vági í fremstu deildini hjá kvinnum.

 

Neistin hevur eftir tríggjar dystir framvegis fult stigatal. Í dag vunnu tær bláu ikki minni enn 34-21 í Klaksvík móti einum stigaleysum Stjørnuliðið. Neistin dregur frá í landskappingini nú tá VB ikki vann á Kyndil.

 

Dysturin í Vági endaði við 23-23 javnleiki Rannvá Johannesen var toppskjútti hjá VB við sjey málum, meðan Guðrið Eystberg var toppskjútti hjá Kyndil, somuleðis við sjey málum.

 

Hondbóltur:

 

Fremsta deild, kvinnur

Stjørnan – Neistin 21-34

VB – Kyndil 23-23