Tað gongur einki serligt hjá Neistanum á mannfólkasíðuni. Hóast vónirnar undan árinum vóru hampuliga góðar, so er úrslitið higartil, at tríggir dystir einki hava kastað av sær, og so er einki at ivast í, at málið fyri árið eigur at verða eftirhugt nakað.
Greiður munur
Sunnudagin vitjaði Neistin í Hoyvíkarhøllini, har H71 heldur til, og fyri tað mesta var tað rættiliga langt ífrá, at gestirnir skuldu hava nakað við sær.
Longu fyrsta korterið ella so av dystinum struku hoyvíkingar avstað. Verjan riggaði fyri tað mesta soleiðis, sum hon skuldi, og við Jens á Skipagøtu og Levi Nybo at ansa málinum, hava hoyvíkingar so avgjørt tveir av sterkastu málverjunum í landinum.
Við Piti Negru, Halgir Dahl Olesen og Henrik Gerster at manna bakplássini, bilar skotyrkini heldur ikki tað minsta, og so við og mundi Neistin ásanna, at her fór at gerast sera tungt fyri teirra viðkomandi.
Teir megnaðu tó at toga seg nakað aftur seinastu løtuna undan steðginum. Við einum longum og seigum taki minkaði munurin spakuliga, og tá farið varð til hálvleiks, var bert tað eina málið á muni.
Tað var tó skjótt, at hoyvíkingarnir aftur staðfestu, at her skuldi einki gevast burtur. Eins og í fyrra hálvleiki, so runnu teir alt fyri eitt frá mótstøðuni, og longu um miðjan hálvleikin tóktist tað mesta vera avgjørt.
Munurin var tá eini átta mál, og eitt veruligt skrædl hótti nú Neistan. At tað so kortini ikki bleiv so galið, kunnu teir í Neistanum ikki minst takka hoyvíkingunum fyri, nú teir gjørdust heldur óneyvir í sínum royndum. Veruligur spenningur kom tó ongantíð í. Tey bæði málini, sum at enda skiltu partarnar, var minsti munurin seinastu 25 minuttirnar, so tað var als ikki so, at nakar javnleikur var í eygsjón nakrantíð.
Gott lag í Hoyvík
Meðan status hjá Neistanum er hálvgum syrgiligt eftir fyrstu umførini, er lagið nakað munandi betri hjá H71. Bert tapið í fyrsta dystinum móti VÍF dregur skeiva vegin higartil, og so er spurningurin, hvørt liðið veruliga verður ført fyri at berjast við í oddinum hetta árið.
Ein partur av frágreiðingini til hetta fæst kanska komandi vikuskifti. Tá skal H71 vitja á Skála, og tó at StÍF fekk ein ordans umgang hetta vikuskiftið, so er tað ein dystur, sum á pappírinum tykist sera trupul
Neistin skal tá spæla heimadyst móti KÍF, og so er spurningurin, hvørt stig fáast á kontina í tí dystinum..
Fakta um dystin
H71-Neistin 28-26 (13-12)
Málskjúttar
H71: Halgir Dahl Olesen 8(1), Piti Negru 8, Henrik Gerster 6, Olaf Vestergaard 3, Niels Viggo Niclassen 2, Birgir Kass 1
Neistin: Áki Mørk 7(1), Blagoje Buha 7, Damir Oros 5(1), Tróndur Kragesteen 2, Freddie Poulsen 2, Dann Thorleifsson 1, Ræni Slættanes 1, Ólavur Brimnes 1
Brotskøst: H71 4, Neistin 2
Útvísingar: H71 3, Neistin 4
Dómarar: Kristian Joensen & Karstin Joensen.