Kvinnuhondbóltur
Skal Neistin taka nakað positivt við sær frá útidystinum móti Stjørnuni sunnudagin, so má tað vera fyrstu tíggju minuttirnir. Her royndu gestirnir veruliga at taka steypavinnararnar á bóli, og í sínum lag tóktust tær á heimaliðnum at hava nakrar sálarligar timburmenn eftir steypasigurin. Eitt fyribrigdi, sum ofta er sjónligt, tá næsti dysturin eftir ein stóran sigur skal spælast.
Neistin kom hesa fyrstu løtuna upp á eina lítla leiðslu, men eftir at Henrik Gerster hevði rópt sínar spælarar út, so hann fekk geylað tær ígongd, skrædnaði dysturin fullkomuliga.
Bláu gestirnir vóru nú bara at rokna sum statistar í einum uppvísningsdysti hjá Stjørnuni, og ein fyri og annar eftir skolaðu bóltarnir í Neista-málið.
Hvørki tær bláu ella venjari teirra vistu síni livandi ráð, og hóast time-out varð tikið, so eydnaðist ikki at steðga eyðmýkingini.
Risa-favorittar
Við 20-7 í steðginum var eingin sum helst spenningur at hóma seinna umfarið, og tær á heimaliðnum høvdu tí ongan tørv á framhaldandi at koyra eins nógv á.
Men eftir stendur, at Stjørnan í dag er størri FM-favorittur, enn tær nakran tíð hava verið. Tað kann væl vera, at fortreytirnar hjá Neistanum ikki vóru av teimum bestu, nú tær spældu leygardag í Vági og sunnudag í Klaksvík. Og tað kann væl vera, at Stjørnan við einum bleytum dysti leygardagin í nógv størri mun kundi goyma kreftirnar til sunudagin.
Men har er eingin sum helst ivi um, at sigurin var so ruddiliga uppiborin, og sálarliga hevur hesin helst eisini givið Neistanum eitt knekk av slíkum slag, sum kann vera sera tungt at vinna á.
Fakta um dystin
Stjørnan-Neistin 33-21 (20-7)
Málskjúttar
Stjørnan: Alina Olaru 7(3), Una Olsen 6, Simona Petersen 6, Joan Midjord Djordjevic 5, Anna Kristina Samson 3, Louisa Andreasen 3, Bára Skaale Klakstein 3
Neistin: Ása á Neystabø 6, Unn Kragesteen 4(1), Annika Thomsen 4, Rakul Augustinussen 2, Maria Dahl 2, Nicoleta Radu Hansen 1, Katja Eigemann 1(1), Elin Stakksund 1
Brotskøst: Stjørnan 4, Neisitn 7
Útvísingar: Stjørnan 5, Neistin 1
Dómarar: Dánjal Samuelsen & Heri Petersen










