Neistin í broyttum hami

Neistin hevur verið fullkomiliga einaráðandi seinastu árini, men úrtøkan hevur verið soltin higartil í ár. – Tað ørkymlar eitt sindur, at Morten Hust Pedersen varð uppsagdur so tíðliga. Eg vil ikki siga, at vit eru mettir av at vinna, men at hini liðini eru svangari, sigur Bartal Torkilsson Kamban

Fýra stig fyri fimm dystir. Tað er ein vanlukka, men tað er ikki, sum tað var. Neistin hevur verið fullkomiliga einaráðandi í bestu mansdeildini seinastu árini. Tað eru ábendingar um, at tann støðan fer nú at broytast. Verandi greipuvinnararnir hava havt stór sveiggj í sínum avrikum higartil í hesum kappingarárinum, umframt at tað hevur verið ófriður kring liðið. Morten Hust Pedersen hevði bara verið venjari fýra dystir, tá hann brádliga varð uppsagdur, og Andrias Nielsen, sum skifti úr KÍF til Neistin í summarsteðginum, er aftur farin at spæla fyri barndómsfelagið í Kollafirði.
Bartal Torkilsson Kamban vardi málið, saman við Ára Egason Dam, tá Neistin fekk eitt stig burtur úr vitjanini í Klaksvík fríggjakvøldið. Hann sigur, at tað ávirkar altíð, tá venjarin verður skiftur út.
- Tað ørkymlar eitt sindur, at Morten Hust Pedersen varð uppsagdur so tíðliga. Tað er og fer altíð at vera eitt sindur ørkymlandi at skifta venjara. Vit hava havt tríggjar venjarar – Inga Olsen, Morten Hust Pedersen og Áki Mørk, sum hevur tikið við starvinum fyribils – seinastu seks mánaðirnar, og tað merkist í hópinum, sigur Bartal Torkilsson Kamban.

Øðrvísi manning
Tað hevur verið stór broyting á liðnum hjá Neistanum seinastu mánaðirnar. David Edvardsen og Ingi Olsen eru millum spælararnar, sum eru farnir aðrar leiðir, meðan nakrir av yngru spælarunum eru farnir í onnur lond at lesa.
- Munurin er fremst av øllum, at tað hevur verið nógvar broytingar í hópinum. Nýggir leikarar skulu spælast inn á liðið, og tað tekur tíð. Liðið hevur heldur ikki somu breiddina, sum síðsta kappingarár, heldur Bartal Torkilsson Kamban, og staðfestir, at hann og liðfelagarnir eru ikki mettir av at vinna gull.
- Eg vil heldur siga, at hini liðini eru svangari. Nú mugu vit bretta upp um ermar og koma upp í ferð aftur, sigur málverjin í Neistanum.

Ikki tapt í Klaksvík
Tað var týðiligt, hvør var meira fegin um sítt stig í Klaksvík fríggjakvøldið. Tá dysturin var liðugur róptu klaksvíkingarnir av gleði, meðan neistamenninir skundaðu sær inn í skiftingarrúmið.
Úrslitið var 27-27. Neistin var á sigurskós í hálvleikinum, tá føroymeistararnir vóru á odda við fýra málum. Eftir steðgin bardu klaksvíkingar seg inn aftur í dystin og vunnu sær eitt stig.
Team Klaksvík, sum bara fekk tvey stig síðsta vetur, hevur framvegis ikki tapt á heimavølli í hesum kappingarárinum. Klaksvíkingar hava væl og virðiliga staðfest, at teir skulu takast í álvara í hesum kappingarárinum.