Neistakvinnur tykjast hava fingið glið á spælið, og aftur í dag vunnu tær sær tvey stig. Hesa ferð í ítróttarhøllini á Skála.
Fyrra hálvleik gekk annars javnt á, og fyri tað nógva var tað StÍF, sum var á odda. Fyrstu løtuna av seinna hálvleiki eydnaðist tó Neistanum at leypa upp á 19-13, og so kom ongan tíð veruligur spenningur í aftur dystin.
Við sigrinum eru verjandi meistararnir nú ájavnar í stigum við grannunum úr Kyndli, sum tó hava spælt ein dyst færri.
Hjá heimaliðnum skeyt Rebekka Justinussen sjey mál, meðan Bára Hansen skeyt átta mál fyri Neistan.
StÍF-Neistin 22-29 (12-12)