Kvinnurnar hjá Neistanum løgdu væl frá landi í nýggju SMS-deildini, tá ið tær leygardagin vunnu 23-20 á Stjørnuni. Fríða á Dunga, sum var toppskjútti hjá Neistanum við átta málum, fegnast um, at tað serliga í seinna hálvleiki kom glið á spælið hjá teimum bláu.
- Tað var okkara fyrsti dystur í kappingini, so nervarnir spældu ein avgerandi leiklut í fyrra hálvleiki. Tað vóru tískil nógvar tekniskar villur, sum gjørdu seg galdandi. Spælið loysnaði hjá okkum í seinna hálvleiki - vit fingu meira ferð á spælið og byrjaðu at arbeiða fyri hvørjari aðrari, og tí bleiv júst hesin hálvleikurin stuttligari at spæla, sigur Fríða við Sosialin í dag.
Fríða á Dunga sigur, at málið hjá teimum í Neistanum er at spæla seg bæði í FM- og steypafinaluna, men hon væntar, at verandi meistararnir, VÍF, og H71, verða tvey tung lið at syfta.
- Eg vænti at VÍF fer at gera seg galdandi í FM-stríðnum. Tær hava so gott sum sama lið sum í fjør, og eg vænti tær fara at gera alt fyri at endurvinna greipuna. Afturat teimum hava vit sæð frálíkt spæl frá H71. Teirra framgongd er stór hóast tær hava mist nakrar leikarar. Bæði Stjørnan og Kyndil kunnu arga, men eg vænti at H71 og VÍF verða okkara størstu kappingarneytar, sigur Fríða.
Fríða á Dunga er partur av ”fimm skjótir” í Sosialinum í dag, har hon eitt nú eisini greiðir frá hví hon metir hon kom so væl frá byrjan við átta málum og hvussu støðan er við leikarum á Neistaliðnum.










