Neistin aftur í steypafinaluni

VB megnaði einki at gera við neistakvinnur, sum eru í steypafinaluni fimta árið á rað.

Seinna hálvfinalan í Faxe Kondi-steypakappingini ímillum Neistan og VB varð spæld í høllini á Hálsi í dag. Har skuldi VB royna at fanga fimm máls leiðsluna, sum Neistin vann sær við 22-17-sigrinum í fyrru hálvfinaluni.


VB var á odda nakrar løtur tíðliga í fyrra hálvleiki, men Neistin vann seg inn aftur í dystin og slapp til hálvleiks á odda 11-10. Í seinna hálvleiki økti Neistin og vann at enda 27-23, sum gav ein samlaðan 49-40-sigur.


Brynja Høj, Marjun F. Danberg og Birita Ingolfsdóttir skutu hvør síni fimm mál fyri Neistan, meðan Danijela Mistric var besti málskjútti hjá VB við 12 málum.


Hetta er fimta árið á rað, at Neistin er í steypafinaluni. Í kvøld gerst greitt hvat mótstøðuliðið verður í finaluni, tá ið Kyndil og VÍF hittast í høllini á Hálsi. Kyndil hevur greiðan fyrimun við 30-20-sigri frá fyrru hálvfinaluni.