Neisti av hugsjón

Vit kunnu óskammað leggja politiska verk okkara fyri dóm veljarans

Seinastu trý árini hevur Fólkaflokkurin havt umboðan á Fólkatingi.

 

Umboð Fólkafloksins hevur har talað føroyinganna søk og verið loyalt mótvegis løgtingsmeirilutanum. Eitt verdugt og sakligt umboð.

 

Fólkatingsumboðanin er alt ov týdningarmikil til politisk solospæl hjá ávísum persónum.

 

Tað er avgerandi at tey mongu samfelagsmál, sum verða viðgjørd í Danmark, eiga talsmenn, sum viðurkenna politisku støðuna soleiðis sum hon er – við rættindum og skyldum.

 

Rættindini at loysa verandi og komandi spurningar í felag, og skyldur til sjálvi at fyriskipa egin viðurskifti. Tí er neyðugt, at hvør einstakur ger sær greitt, at øll fara á val, sum eiga í sær neista av hugsjón um verju av borgaranna rættindum, virkismøguleikum og virkisfrælsi.

 

Hinir flokkarnir vilja gera hetta valið til eina styrkiroynd millum andstøðu og verandi landsstýri.

 

Hetta hava vit einki ímóti. Vit kunnu óskammað leggja politiska verk okkara fyri dóm veljarans.

 

Eg vil at enda inniliga heita á øll fólkafloks fólk og annars øll onnur, sum vilja varðveita eina sømiliga rødd á fólkatingi, at halda fast um eina verduga umboðan.

 

Eitt fólkafloksumboð. Gott val.