Eftir umráðandi sigurin á H71 seinasta sunnudag, kundu neistakvinnur leggja seg undir liðina á bæði hoyvíkingum og kyndilskvinnum í SMS-deildini.
Treytin var ein sigur ímóti VB í Vági, og Neistin avgreiddi sín setning við at vinna 22-13.
Tað gekk long tíð millum málini í Vági í dag, og í hálvleikinum var støðan bert 5-8.
Í seinna hálvleiki var lítil ivi um endaliga úrslitið. VB fekk ongantíð ferð á málskjótingina, og endin var at neistakvinnur kundu fara norður við tveimum stigum og einum fyribils triðja plássi í SMS-deildini, ájavnt í stigum við Kyndil og H71, men við einum dysti fleiri.
Sostatt er sera tætt millum tey fýra fremstu í SMS-deildini, áðrenn H71 og VÍF dystast mikukvøldið og Neistin og Kyndil bresta saman hóskvøldið.
| SMS-deildin | |
| VB – Neistin 13-22 (5-8) | |
| 10. nov, Høllin í Vági | |
| Málskjúttar VB | |
| Durita K. Hjelm | 4 |
| Sofía A. Schrøter | 3 |
| Rannvá Johannesen | 3 |
| Dajana Komenda | 2 |
| Bára K. Mortensen | 1 |
| Málskjúttar Neistans | |
| Ingunn Kristina Persson | 7 |
| Fríða á Dunga | 4 |
| Barbara Johannesen | 3 |
| Sólbjørt Høj | 3 |
| Ana Blagojevic | 2 |
| Anna Clementsen | 1 |
| Stina Madsen | 1 |
| Brynja Høj | 1 |
Støðan í SMS-deildini (hsf.fo)
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | VÍF | 8 | 227 | 171 | 56 | 14 |
| 2 | Kyndil | 7 | 184 | 125 | 59 | 10 |
| 3 | Neistin | 8 | 196 | 168 | 28 | 10 |
| 4 | H71 | 7 | 185 | 163 | 22 | 10 |
| 5 | Stjørnan | 8 | 198 | 216 | -18 | 6 |
| 6 | StÍF | 8 | 169 | 243 | -74 | 4 |
| 7 | VB | 8 | 169 | 242 | -73 | 0 |










