Hetta er ein sera stórur dagur í søgu Neistans, nú mansliðið megnaðí at vinna FM heiti í Atlantic Airways kappingini fyri fyrstu ferð síðani ár 2000. Neistin vann í dag 23-21 á annars gullrandaðu vinnarunum av Strondum. Og hetta ætla stuðlar, felagsfólk og viðhaldsfólk ikki skal fara afturvið borðið uttan sannan ramasjangr. Dyrnar lata upp í B36 húsinum klokkan 20.30, har allir fjepparar og viðhaldsfólk annars eru hjartaliga vælkomin.