Okkaradeildin byrjaði eftir landsliðssteðg í dag, tá ið Neistin tók ímóti Team Klaksvík í Høllini á Hálsi.
Bæði liðini vantaðu umráðandi leikarar við at Tróndur Kragesteen ikki spældi fyri Neistan, meðan Hørður Sigþórsson ikki var við á Klaksvíksliðnum.
Neistin legði nógv betri út. Eftir lítlari løtu var støðan 4-0 til Neistan, og eftir einar 20 minuttir var støðan 8-2. Men Team Klaksvík reisti seg aftur og fingu við góðum málverjuspælið minkað um munin niður í 11-8, ið var hálvleiksstøðan.
Í seinna hálvleiki leikaði javnari á. Tá ið góðir tíggju minuttir restaðu í var støðan 19-17, men so runnu neistamenn undan aftur.
Nicholas Satchwell stongdi málið, og tá ið dysturin var av, var støðan 25-18 til Neistan, ið nú eru við aftur í oddastríðnum í Okkaradeildini.
In.fo hevur ikki málskjúttarnar í skrivandi løtu.
Støðan í Okkaradeildini (hsf.fo)
Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
1 | VÍF | 5 | 138 | 116 | 22 | 9 |
2 | Neistin | 6 | 146 | 131 | 15 | 8 |
3 | Kyndil | 6 | 140 | 127 | 13 | 6 |
4 | H71 | 5 | 121 | 116 | 5 | 6 |
5 | StÍF | 5 | 116 | 132 | -16 | 4 |
6 | KÍF | 5 | 118 | 120 | -2 | 3 |
7 | Team Klaksvík | 6 | 133 | 170 | -37 | 2 |