Grannabrak hevur verið í FTZ-deildini í kvøld ímillum Kyndil og Neistan. Hetta var triðu ferð í hesum kappingarárinum, at hesi liðini hittust í landskappingini hjá monnum. Í báðum teimum undanfarnu dystunum høvdu kyndilsmenn vunnið øll stigini, men í kvøld vórðu tað neistamenn, ið at enda vunnu fyrsta sigurin ímóti grannunum í hesum kappingarárinum.
Dysturin endaði 27-25 til Neistan eftir hálvleiksstøðuna 14-12 til somuleiðis Neistan. Neistamenn vóru á odda so at siga allan dystin, meðan kyndilsmenn máttu renna aftaná. Tó eydnaðist Kyndli at javna til bæði 8-8 í fyrra hálvleiki og til 24-24 ímóti endanum, men at enda dróð Neistin longra stráðið og vann 27-25.
Hetta var annar sigurin á rað hjá neistamonnum, sum eisini vunnu ímóti KÍF í Kollafirði leygarkvøldið. Neistin hevur nú spælt sín seinasta dyst undan jólasteðginum, meðan kyndilsmenn skulu royna at reisa seg leygardagin, tá ið teir skulu royna at gera grannum sínum kynstrið eftir, tá ið teir grønu eiga tørn at spæla ímóti KÍF í Kollafirði.
Í Hoyvíkshøllini var ongin slingur í valsinum, tá ið oddaliðið í deildini, H71, vann knúsandi sigur við 19 málum ímóti Team Klaksvík. Dysturin endaði heili 35-16 til H71 eftir hálvleiksstøðuna 16-6.
Undan teimum seinastu dystunum hesumegin 2017, ið verða spældir leygardagin, er stigatalvan hendan í FTZ-deildini:
1. H71 23 stig
2. VÍF 19 stig
3. KÍF 18 stig
4. Kyndil 17 stig
5. Neistin 14 stig
6. StÌF 10 stig
7. Team Klaksvík 1 stig
Trý tey fremstu, H71, VÍF og KÍF hava spælt ein dyst færri enn fýra tey aftastu liðini í deildini.
Málskjúttarnir í kvøldsins dystum vóru hesir:
Kyndil-Neistin 25-27 (12-14)
Kyndil: Hjalti Mohr Jacobsen 10, Josef Abrahamsen 5, David Edvardsen 4, Hørður Fannar Sigtórsson 3, Kristoffur Kristoffersen 1, Høgni Klein Olsen 1 og Bartal Klein Olsen 1.
Neistin: Rói Berg Hansen 10, Christopher L. Moe 7, Torstein Balle 4, Terji Mørk 2, Herbjørn Lava 2 og Andras Joensen 2.
H71-Team Klaksvík 35-16 (16-6)
H71: Leivur Mortensen 6, Sigmundur Nolsø 5, Vilhelm Poulsen 5, Hilmar Leon Jakobsen 5, Andor Sivertsen 4, Niklas H. Hanusarson 4, Dánjal Tórgarð 2, Rani Højgaard 2, Helgi Hoydal 1 og Hans Kári Hansen 1.
Team Klaksvík: Finnur Hansson 5, Hanus Norðberg 3, Vilhelm Vilhelmsen 2, Petur Martin Eliasen 2, Hans Arni B. Thomsen 1, David L. Danielsen 1, Sámal á Tjaldrafløtti 1 og Aron Johannesen 1.