Neistakvinnur í hálvfinaluni

Eftir bert ein spældan dyst hava neistakvinnur longu tryggjað sær pláss í hálvfinaluni í steypakappingini.

Savnsmynd: Marjun Danberg gjørdist toppskjútti hjá Neistanum. Hon skoraði sjey mál.

Bólkur 1 í Coca Cola-steypkappingini telur bert trý lið. Tey eru Neistin, Stjørnan og StÍF. Tvey av hesum liðum koma víðari úr bólkinum, og tí var Stjørnan, sum tapti ímóti StÍF í sínum fyrsta dysti, trýst at vinna á Neistanum, ið ikki hevði spælt nakran dyst í steypakappingini undan dystinum í dag.

Neistin var greiður favorittur undan dystinum, og tað endaði eisini við einum sigri til høvuðsstaðarliðið. Í fyrra hálvleiki gekst tó væl í hond hjá Stjørnuni, ið var á odda 14-13 í hálvleikssteðginum. Í seinna hálvleiki vístu neistakvinnur tó, hví tær eru á odda í Hvonndeildini. Dysturin endaði 30-25 til Neistan.

Liðini spæla bert eina ferð ímóti hvørjum øðrum í bólkaspælinum, og tað merkir, at Stjørnan, sum altso tapti báðar sínar dystir, er úti av steypakappingini. StÍF og Neistin hava bæði tvey stig og eru komin víðari, men mangla at avgreiða ein dyst sínamillum, ið kemur at avgera, hvør endar nummar eitt og tvey í bólkinum.

Málskjúttarnir úr dagsins dysti í Klaksvík síggjast niðanfyri:

Stjørnan: Simona Florea 5, Kristina Poulsen 5, Tóra Eliasen 5, Jansy Jacobsen 4, Jórun B. Nielsen 3, Judith Hansen 1, Edith Hansen 1 og Ella Petersen 1.

Neistin: Marjun Danberg 7, Birita Jacobsen 6, Eir Berg 6, Brynja Høj 5, Birita Wardum 2, Nicoleta Hansen 2 og Lilja Mohr 2.