Neista-profilur brotið hondina

Andras Joensen verður neyvan at síggja á besta Neista-liðnum aftur hesu megin jól

 

 

Fagnaðurin var sjálvandi stórur í Neista-leguni, tá besta mansliðið hjá felagnum basti grannunum og favorittunum úr Kyndli sunnudagin. Talan var tó eisini um dyggan smeit hjá Neistanum, tí um kvøldið varð staðfest, at talan var um álvarsligan skaða, sum noyddi Andras Joensen av vøllinum, eftir at hann annars hevði verið sannur brandur hjá teimum bláu.

 

- Boðini eru, at Andras hevur brotið hondina, so tað ganga seks vikur, áðrenn hann fær gipsið av og yvir høvur kann hugsa um at venja aftur, sigur Áki Mørk, sum er venjari hjá Neista-monnum.

 

Soleiðis kann væl hugsast, at Andras ikki spælir aftur hesu megin jól, og í vil illa til kann talan væl gerast um enn longri steðg.