Hondbóltur
Tað er einki løgið, um Kyndils-menn aftur hesa vikuna fara at hava skotvenjingar, og allar helst nógvar av slagnum.
Fyri eini viku síðani vóru boðini, at liðið misnýtti alt ov nógvar møguleikar, og sama søgan endurtók seg so ruddiliga, tá Kyndil í gjár tók móti Neistanum.
Pilkaðir niður
Dysturin skrædnaði um miðjan fyrra hálvleik, og hetta tóktist eisini hava sína heilt greiðu orsøk. Jacob Larsen, sum í ár stendur í Neista-málinum, byrjaði tá spakuliga at pilka sjálvsálitið fullkomuliga frá Kyndils-monnum. Fleiri ferðir tók hann sær av mest sum púrasta blonkum mótstøðumonnum, og tá Neistin als ikki hevði somu skoringartrupulleikar í hinum endanum, fór munurin spakuliga at økjast.
Og í seinna hálvleiki kom ongan tíð spenningur í. Neistin – og Jacob – hildu Kyndli í stuttum tjóðuri, og munurin kom ongan tíð niður um trý mál. Sum minuttirnir gingu, fóru munurin heldur at økjast, og seinastu løtuna var tað eitt púrasta mótfallið Kyndils-lið, sum royndi at toga sær eitt ella annað heim við úr dystinum. Nakað sum tó ongan tíð eydnaðist teimum.
Stórir unglingar
Hóast Jacob heilt eyðsæð var stóri maðurin í dystinum, so skerst tó ikki burtur, at Neistin eisini hevur aðrar streingir, sum væl kunnu toga liðið heilt langt upp á talvuna í ár. Blagoje Buha er framvegis ein av allar bestu spælarunum í landinum, og eisini hesa ferð brilleraði hann við einstøkum góðum detaljum. Áki Mørk tykist nú veruliga komin fyri seg, eftir at hann var úti stóran part av árinum í fjør, og skotstyrki hansara ger tað munandi lættari hjá øðrum spælarum at fáa pláss.
Og so er tað eisini ein øgilig fysisk styrki á liðnum hjá Neistanum. Hóast ungir, so eru nógvir at monnunum í hópinum krútsterkir, og fáa teir verjuna at koyra nóg væl, verður talan um ein sera tungan múr hjá mótstøðuni at bróta.
Mugu ígongd
Kyndil tykist hinvegin enn ikki vera komið ígongd. Rókur Akralíð tóktist hesa ferð vera einasti spælarin, sum uttan trupulleikar kundi skora, og Hans Áki Dal Christiansen stríddist sum vant frálíka væl. Men enn restar nakað í bæði tempo og kropsstyrki, áðrenn liðið veruliga kann blanda seg.
Enn er árið tó ungt, og í grundspælinum er tað sjáldan nøkur vanlukka at tapa onkran dystin. Sálarliga er tó lítið at ivast í, at Kyndil nú hevur harðliga brúk fyri einum sigri, áðrenn sjálvsálitið verður sogið fullkomuliga burtur.
fakta um dystin
KyndilNeistin 23-30 (9-14)
Málskjúttar
Kyndil: Hans Áki Dal Christiansen 7, Rókur Akralíð 6, Hjalti M. Jacobsen 4, Janus Einar Sørensen 2, Ragnar Stakksund 2, Regin Fossaberg 2(1)
Neistin: Áki Mørk 7, Blagoje Buha 7(1), Dann Thorleifsson 5, Karl Herup Olsen 5(1), Jón Ludvig 1, Tróndur Kragesteen 1, Roar Dalsgaard 1, Jugoslav Djumic 1
Brotskøst: Kyndil 2, Neistin 2
Útvísingar: Kyndil 4, Neistin 2
Dómarar: Kartin Joensen & Kristian Joensen