Neiligur tendensir hjá Sambandsflokkinum

Edva Jacobsen harmast um sítt ringa úrslit í heimbygdini

- Eg havi tíverri ov stóra afturgongd í Fuglafirði, sigur Edva Jacobsen úr Sambandsflokkinum.

 

Hon vónar tó, at Havnin og Oyrarbakki kunnu bjarga úrslitinum hjá Sambandsflokkinum nakað.

- Einki er avgjørt enn, men tað er tíverri ein neilig gongd yvir alt landið, so vónandi klárar Havnin at draga nakað inn, sigur Edva Jacobsen.