Neil Young á Roskilde

Víðagitni countrysangarin Neil Young fer at halda einastu konsert sína í summar á Roskilde Festivalinum. Neil Young sigst at vera millum bestu sangskrivararnar í heiminum ? saman við Leonard Cohen og Bob Dylan ? og hann hevur givið nógvum ungum tónleikarum íblástur við flotta gittarspæli sínum. Síðan hann kom fram í endanum av 60?unum, hevur Neil Young roynt seg innan ymiskar stílar og hann hevur verið sera væl dámdur, bæði tá ið hann hevur roynt seg innan rokk, popp og elektronikk.

Í fjør skrivaði Gaffa um konsert hansara í Falconer Salen: ?Tað er ein konsertupplivan, sum man ongantíð fer at gloyma. Alt fer upp í eina hægri eind og tann vandi lurtarin stendur eftir við einum so góðum inntrykki, at hann skuldi trúð, at tað var fyrstu ferð, hann hoyrdi tónleik. Tað virkar sum um, at tónleikur bert er eitt fyribrigdi, ið er uppfunnið júst til hesa konsertina.?