Kendi sangarin, tónleikarin og sangskrivarin Neil Sedaka er deyður, 86 ára gamal.
Hann skrivaði nógvar kendar sangir, t.d. Oh Carol, Happy Birthday Sweet Sixteen og Breaking Up Is Hard To Do.
Hann skrivaði eisini sangir til Tom Jones, Frank Sinatra, Elvis Presley og The Monkees.
Tíðarritið Rolling Stone hevur skrivað, at Sedaka er millum teir sangskrivarar og sangarar í seksti- og sjeytiárunum, ið hava havt mest vind í seglunum.
Eftir Neil Sedaka sita kona hansara síðani 1962, Leba Strassberg, og børnini Marc og Dana Sedaka.
Kendi føroyski tónleikaframleiðarin Óli Poulsen skrivar á sínum vanga á facebook, at hann harmast um at Sedaka er farin, og at hann samstarvaði við Sedaka í 1992, tá hann framleiddi duett millum Sedaka og Sissel Kyrkjebø. Óli Poulsen hevur lagt mynd við, og á myndini síggjast Óli Poulsen og Neil Sedaka í upptøkuhølunum, og Sissel og táverandi maður hennara, Eddie Skoller, síggjast aftanfyri. (sí mynd omanfyri, ið her nýtt við loyvi frá Óla Poulsen)










