Neil?s Band á Skarv fríggjakvøldið

Fríggjakvøldið 31. august spælir Neil?s Band á Skarv í Keypmannahavn. Í bólkinum eru royndir tónleikarar, og tí verður talan um blandaðan tónleik, ið hóskar væl til dansigólvið. Umframt Neil Joensen, ið spælir guitar, hevur hann afturat sær Hjalmar Magnussen, sang og guitar, Trónd Enni, sang, ásláttur og floytu, og Dagfinn Olsen, bass.

Hetta er fyrsta dansikvøldið í teimum nú roykfríu hølunum á Skarv í nýggju lestrarhálvuni.