Týskt blað skrivar, at Danmark við at atkvøða nei á fólkaatkvøðuni flytir seg í móti einum »Ungarn light«.
Bretska kringvarpið BBC gjørdi tíðindini í kvøld til breaking news á bbc.com tá tíðindini bórust um, at danir fóru at siga nei til ES-fyrivarnini.
BBC staðfesti eisini, at Stórabretland og Írland mótvegis Danmarks hava sokallaðar »tilvalsmøguleikar« í ES rættarsamanhangi.
Annars hevur ikki verið stórur áhugi í Evropa fyri donsku fólkaatkøvðuni, tí spurningurin um danska fyrivarnið hevur verið mett at hava lítlan týdning í mun til flóttafólkatrupulleikan og yvirgangin í Evropa, skrivar Ritzau.
Tað merkir, at flestu stóru miðlarnir í Evropa als ikki hava tikið fólkaatkvøðuna í Danmark upp á tungu.
Men hóast alt er ein ávísur áhugi í Stórabretlandi innan komandi bretsku fólkaatkvøðuna um at melda Stórabretland úr ES.
Stóru alheims tíðindastovurnar AFT og Reyters lótu eisini breaking news lampurnar blinka eina løtu, tá úrslitið var klárt fyrr í kvøld.
Danska nei'ið verður tulkað sum gott tekin hjá ES mótstøðufólki í konservativa flokkinumí bretlandi og høgrapopulistiska flokkinum Ukip, nú Stórabretlandi í summar skal á fólkaatkvøðu.
David Cameron, forsætisráðharri, sigur, at hann fer at mæla til at atkvøða ja til framhaldandi limaskap í ES, um tað eydnast at fáa broytt fleiri ES reglar, eitt nú at eysturevropiskir ES-borgarar fáa avmarkað rættin til almannatænastur í Stórabretlandi.
Fleir týsk bløð skriva eisini um fólkaatkvøðuna. Eitt nú Frankfurter Rundshau, sum skrivar, at Danmark flytir seg ímót at blíva eitt »Ungarn light«.