Nei til stoppur – ja til fakligheit og álit

Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna
-------------
Seinnu árini er tað almenna vorðið alt meira fongt við ein­um pappírsveldi, ið legg­ur dent á eftirlit og doku­menta­tión, heldur enn at fokusera uppá tær tænastur, ið viðkomandi stovnur skal veita. Eitt dømi um hetta eru mál og avriks sáttmálarnir innan tað almenna.
Feskasta dømi um henda arbeiðshátt er ”stopp-urs” kann­ingin innan eldra­røkt­ina, har minuttir og sekund til at hjálpa okkara eldri at eta, fara á wc og fáa heilivág varð skrásett. Hetta hendir sam­stundis, sum játtanin til eldrarøkt er skorðin inn á bein. Tann alt ov lítla og dýra­bara tíðin, ið er til eldrarøkt, verður enn minni, tí alt skal skrásetast.

Mál og avrik eitt haft um beinið
Sambært roknskapar­kunn­gerðini hjá landinum skulu aðalráðini gera mál og avriks sáttmálar við stovnarnar und­ir aðalráðunum. Fyri kort­um hoyrdist í miðlunum, at mál og avriks sáttmáli var gjørdur við Suðuroyar sjúk­hús. Sagt var, at sáttmálin ásetti fleiri skurðviðgerðir og minni av fysioterapi. Møgu­liga eru onkur staðbundin viðurskifti, ið eru orsøkin til at fysioterapiin minkar, hetta setir tó ein sera áhugaverdan spurning. Hvat verður valt frá tá ið avrikssáttmálar áseta t.d at talið av skurðviðgerðum verður økt ? Hvussu er við kreativitetinum og innova­tiónini tá ið fokus skal leggj­ast á at uppfylla málini í sáttmálanum, er tá nøkur tíð eftir til nýhugsan.
Ein annar viðkomandi spurningur er, um sáttmálar viðvíkjandi mál og avrik eru rætta amboðið, tá ið tað snýr seg um almennar tæn­astur so sum sjúkrarøkt, eldra­røkt og undirvísing. Vit eiga at kanna hvussu nógv tíð verður brúkt uppá at dokumentera ístaðin fyri at veita tænastur, hvat kann øll henda dokumentatiónin brúkast til og verður hon yvirhøvur fylgd upp og brúkt til nakað, ella liggur hon bert og samlar støv í onkrari skuffu.

Amboð ið hoyra kapitalismuni og ídnaðarsamfelagnum til
Hesi stýringsamboð hava sín uppruna í byrjanini av hesi øldini, tá ið Henry Ford fekk verkfrøðingin Taylor at gera tíðarkanningar innan bilframl­eiðsluna. Hesir tankar løgdu lunnar undir samli­bands framsleiðsluna av bilum. Trupulleikin er bert tann, at røkt av menn­iskj­um ella undirvísing kunnu ikki samanberast við møtrikkar og motorar. Hetta eru deyðir lutir og teir hugsa ella føla ikki. Tí hoyrir hesin hugsunarháttur, eftir mínum tykki, ikki heima innanfyri almennar tænastur, har tað nærum bert snýr seg um menn­iskju.

Eldrarøktin sum dømi
Okkara grannalond hava eisini roynt alla hesa skrá­setingina millum annað innan fyri heimarøktina.
Grundgevingin fyri at skráseta alt er rættartrygdin hjá borgaranum og at tæn­astan skal kunna skjalfestast, um onkur klagar. Sambært ársfrágreiðingini frá lands­grannskoðanini fáa øll eldri, ið fáa heimahjálp, eina út­greinaða rokning hvønn mánaða, ið vísir hvussu teir dýrabæru minuttirnir, ið tey hava fingið í heimahjálp, undanfarna mánaðin, eru brúktir. Eri vís í, at tey eldru heldur ynskja sær meira tíð til tænastuna enn at síggja, í smálutum, hvat ið tey hava fingið av hjálp.

Tað ber til at skipa eldra­røktina og aðrar almennar tænastur øðrvísi
Kanningar úr Danmark vísa, at heilsustarvsfólkini kenna tað sum at tey mugu leggja fakligheitina til viks og lata seg stýra av eini samlibandshugsan, tá ið tey eru til arbeiðis. Hetta kennist sera frustrerandi.
Samstundis vísir tað seg, at nógv av hesi doku­menta­tión verður als ikki brúkt til nakað. At hetta eisini er galdandi í Føroyum er nógv ið bendir á. Grundgevingarnar fyri at skráseta so nógv eru, sum áður nevnt, rættartrygd og dokumentatión, um onkur skuldi funnið uppá at klaga um veittu tænastuna. Tað er tó so, at ongin skipan er so skotsikkur, at ikki ber til at snýta, so ella so.

Stoppur skift út við einum øðrum slagi av leiðslu.
Í Keypmannahavn hevur man avtikið teldilin og er farin frá einstøkum tænastum sum t.d bað til at bjóða ein morg­un pakka, døgurða pakka og so framvegis. Hetta merkir, at heilsustarvsfólkini útfrá eini fakligari meting av dags­form­inum hjá pen­sjonistin­um, sjálvi avgerða, um viðkomandi skal í bað týsdag ella mikudag hesa vikuna. Heilsustarvsfólkini hava eisini ábyrgdina av, um tað tekur 10 minuttir at geva einum borgara tænastuna, ið henni nýtist og eitt sindur longur hjá einum øðrum borgara, enn rokniarki sig­ur. Øll tænastan byggir á eina fakliga meting hjá heilsu­starvs­fólkinum.
Tað er tó ov einfalt, bert at siga, ongin skráseting skal vera og at hvørt sekund skal nýtast til røkt. Tá ið ein strikar stoppuri, má okkurt annað setast í staðin, og tað hevur alstóran týdning at styrkja fakligheitina. Tað merkir at heilsustarvsfólkini skulu hava tíð til, at sparra við onnur, um hvussu truplu uppgávurnar skulu loysast, og krøv verða sett til fakliga menning.

Endurskoða mál og avrik
Landsstýri eigur at end­ur­skoða ásetingarnar um mál og avriks stýring og seta sær spurningin, tænir skipanin sínum endamáli. Tað kann verða, at hetta amboðið kann brúkast við góðum úrsliti, innan onkur økir. Men tað eru uttan iva nógv økir, har tað er óneyðugt og bert tekur tíð frá høvuðsuppgávuni, at veita borgaranum tænastur. Lat okkum strika kontroll og misálit og ístaðin seta álit á starvsfólkini og fakligheitina í hásæti.
Tað snýr seg um, at satsa uppá fakligheitina innan tað almenna. Øll skráseting, ið ikki kann grundgevast við øðr­um, enn tørvinum hjá leiðsl­uni at hava kontroll við starvsfólkini, eigur at avtakast. Um okkurt starvs­fólk misnýtir tað álit, ið verð­ur víst teimum, ber til at siga viðkomandi úr starvið, heldur enn at varðveita eina skipan, ið byggir á misálit.
Vóni at eisini kommun­unnar fara at taka henda táttin upp, tá ið tær sjálvar skulu skipa eldraøki.