Nei til kommunala útjavning

Nær er ein kommuna væl fyri, spyr Jógvan Mørkøre, bygdarráðsformaður í Hósvík. Hann heldur tað vera skeivt at taka pengar frá kommunum, sum hava spart og spinkað fyri at kunna gera íløgur

Skuldarspurningurin hjá føroysku kommununum er ein stórur politiskur trupulleiki. Hetta ikki minst tí, at skuldin hjá ymsu kommununum er so ójøvn. Meðan summar skylda fleiri álíkningar, eru aðrar, sum eiga pengar á bók.

Tá so onkur fór at tosa um kommunala útjavning, vóru tað fleiri kommunalpolitikarar, sum ressaðust við. Hetta er kortini ikki enn vorðið veruleiki, hóast vit hava fingið kommunala kreppulánsgrunnin, sum hvør kommuna letur eitt skattaprosent í. Endamálið við hesum grunni var at hjálpa svárast raktu kommunum, men kommunurnar skuldu fáa pengarnar aftur.

Tá vit í gjár skrivaðu, at tað serliga vóru politikarar úr Havnar kommunu, sum høvdu gjørt vart við sína misnøgd við ætlanirnar um skattligu útjavningina, er tað ikki heilt rætt.

Jógvan Mørkøre, bygdarráðsformaður í Hósvík sigur við Sosialin, at hann er so rørandi samdur við tí, sum serliga Tórfinn Smith, býráðslimur í Havn hevur ført fram.

? Eg haldi tað vera ógvuliga órættvíst at flyta pengar frá teimum kommunum, sum hava spinkað og spart fyri at kunna gera nakrar íløgur - til kommunur, sum hinvegin hava oyðslað pengarnar burtur, sigur hann.

? Eg haldi næstan, at eg kann tosa fyri allar kommunurnar her á leiðini, at tær eru eisini ímóti hesi skipan, sum teir ætla at kroysta niður yvir okkum.

Jógvan Mørkøre sigur, at Hósvíkar kommuna er ímóti at læna fleiri pengar uttanlands.

? Okkum varð lovað, at vit skuldu fáa pengarnar aftur, sum vit hava goldið í kreppulánsgrunnin - og teir pengarnar skulu vit sostatt hava aftur. Løgtingið hevur ongan rætt at taka hesar pengar frá okkum, at javna við aðrastaðni.

Jógvan Mørkøre sigur, at bæði hann og Tórfinn Smith hava fingið skotið í skógvarnar, at tað er løgið, at teir sum javnaðarmenn eru ímóti kommunalar útjavning.

? Men hetta hevur als einki við málið at gera. Tað er eisini skeivt, tá tosað verður um kommunur við lítlari ella ongari skuld, at tær eru »væl« fyri. Hví hava hesar kommunur onga skuld? Jú, tað er tí at tær hava spart saman fyri at kunna gera íløgur. Aðrar kommunur hava ikki spart, men lænt pengar at gera íløgur fyri. Er tað tá at tosa um »javna«, at onnur skulu gjalda rokningina, spyr Jógvan Mørkøre, sum ikki er sørt uppøstur av at hoyra slíkt tos.

Jógvan Mørkøre vísir eisini á, at hóast Hósvík hevur ein lutvíst stóran skipaflota, so er eingin sum tosar um havnaútbygging í Hósvík.

? Okkara vinnulívsmenn siga sum so, at teir kunnu nýta fasilitetirnar, sum eru aðrastaðni, og tí er eingin orsøk hjá okkum at byggja havn, sigur hann.

? Og skuldu vit kortini gjørt tað, so kostaði tað kommununi einar 15-20 milliónir, leggur hann afturat.

Jógvan Mørkøre vísir á, at eini fýra, fimm skip sigla úr Hósvík, sum bæði eru í oljuvinnuni og eftir tunfiski, og hann fegnast um, at vinnulívsmenninir ikki krevja ov nógv av kommununi.

Bygdarráðsformaðurin í Hósvík væntar, at talan fer at vera um eina stóra høvuðsstaðarkommunu á Streymoynni. Hann er heldur ikki bangin fyri hesum, tí, sum hann sigur.

? Vil Tórshavnar Kommuna eitt nú gera eitt vinnuøki í Hósvík - og teir gjalda fyri tað, so verður tað eisini gott fyri bygdina her.