Jóhann Mortensen
????????????????
Havnarfólk hvukku við, tá Sosialurin síðsta hósdag avdúkaði, at Degns hús skulu flytast, og eini hús í fimm hæddum til skrivstovur og annað skulu byggjast í staðin.
Nógv vóru skelkað.: - Nei, hetta ber ikki til! - Hvat ólukkan hugsa teir fyri sær! - Eru teir blivnir skruppsjørir?
Soleiðis ljóðaðu nakrar av fyrstu viðmerkingunum. Og tað er ikki so løgið, tí flestu havnarfólk - bæði tey við lítla h og tey við stóra H - eru góð við gomlu Havnina.
Prátið seinastu vikuna hevur eisini víst, at tey nógvu vilja varðveita umhvørvið við Vaglið - hjartað í Havnini. Men tey hava einki ímóti, at hesin bletturin verður fríðkaður og gjørdur til eina býarlund.
Í mangar mátar er Havnin væl fyri, um vit samanbera við aðrar býir, eitt nú Reykjavík, tí tað er eydnast rættiliga væl at varðveita teir gomlu býlingarnar í Havnini - hús, trø, urtagarðar, skot, gøtur og vegir.
Hugsi serliga um býlingarnar úti á Reyni, á Húsabrúgv, í Gongini, undir Ryggi, úti í Bø, men eisini býlingarnar í Rættará, við Tróndargøtu, Tórsgøtu og Tinghúsvegin.
Júst gamlar myndir av Tinghúsvegnum vísa okkum býarplanlegging fyri meira enn hundrað árum síðani. Hóast nakað nógv er farið, og sumt av tí nýggja er hepnast minni væl, er kortini nakað eftir. Og tað, sum er eftir oman ímóti Vaglinum, eigur at varðveitast, halda tey nógvu.
Mangir útlendingar misunna okkum hesar býlingar, sum ikki eru deyðar forngripagoymslur, men ýðja av lívi, nátt sum dag, tí har búgva bæði eldri havnarfólk og ungar barnafamiljur, her eru handlar og kaféir. Hetta umhvørvið eiga vit at fjølga um.
Men vit liva ikki av romantikki eina, ásannar borgarstjórin í Sosialinum. Tað hevur hann rætt í, men vit liva heldur ikki av einum skrivstovubygningi. Og er økið á Óðinshædd ikki ætlað skrivstovum og tílíkum? Harafturat er eitt langt lop frá romantisku húsunum við Tinghúsvegin ídag, til ein svartan bygning í betongi og glasi - einum samtíðarbygningi, sum borgarstjórin sigur tað.
Sjálvandi skal miðbýurin ikki standa í stað og gamalt má í støðum dvína fyri nýggjum. Men í hesum máli eru vit við hjartað í Havnini - miðdeplinum í Føroyum - sum bindur okkum saman, á ólavsøku, á flaggdegnum, 1. mai, á grækarismessu, tá jólatræið verður tendrað og á øðrum høgtíðsløtum.
Umhvørvið er hugnaligt og heimligt við Gamla bókhandli fyri sunnan, býráðs- og meinigheitshúsunum fyri vestan, sparikassannum og tinghúsinum fyri norðan og Degns og Lützens húsum fyri eystan.
Kanska kundi umhvørvið verið prýðiligari. Hevði býráðið ta áskoðanina, og var býráðið mannað við fleiri hugsjónarfólkum, kundi tað lagt hesa áskoðanina til borgararnar at kjakast um.
Vildi býráðið og havnarfólk hava broytingar í býarkjarnuni, kundi býráðið eisini boðið til eina almenna hugskotskapping um, hvussu miðbýurin skal síggja út í framtíðiini.
Valdi Tórshavnar býráð eina slíka loysn, fingu vit eina miðvísa tilgongd, og fólk, leik og lærd, fingu høvi at gera vart við seg í orðum ella tekningum.
Men sum so ofta í okkara góða býi - Tí deiligu Havn - ræður tilvildin. Byggigølurnar seinastu árini eru prógv um tað. Og í hesum føri kundi hjartað í Havnini verið neyðtikið, um ikki onkur býráðslimur fekk steðga málinum í Byggi- og býarskipanarnevndini, áðrenn prinsipielt byggiloyvi varð givið.
Eigarin, sum hevur sæð ein vinning í at keypa Degns hús og byggja ein trettan metrar høgan skrivstovubygning undir liðini á Tinghúsvøllinum, hevur fullan rætt at søkja um byggiloyvi, tí byggisamtyktin heimilar ymiskum húsum og virksemi.
Byggi- og býarskipanarnevndin hevur fullan rætt at ganga umsóknini á møti, men hon hevur óivað eisini rættin at siga nei, um tey fólkavaldu halda, at ein onnur bygging eigur at vera har á staðnum enn tann, sum ein tilvildarligur eigari hevur í kvittanum at byggja.
Góðu tit í býráðnum. Vit hava givið tykkum heimild at stýra býnum í fýra ár, til seinri í ár. Tit eru okkara umboð - ikki okkara mótstøðufólk.
Seinastu dagarnar hava hundraðtals fólk, kanska eini 2000, skrivað undir eitt mótmæli og eina áheitan. Áhugavert verður, un tit taka mótmælið til eftirtektar!
Góðu havnarfólk! Tess fleiri skriva undir, tess tyngri eigur tað at viga, tá støða skal takast til ætlaðu kollveltingina summarmáladag.










