Fær danska stjórnin ein fyrispurning úr USA um loyvi til at flyta fangar við flogfari ígjøgnum danskt luftrúm, verður svarið úr Keypmannahavn nei. Tað segði Villy Søvndal, uttanríkisráðharri, í Fólkatinginum í dag.
Ráðharrin vísti í hesum viðfangi á, at sambært einari avtalu frá 2008 hevur USA bundið seg til at kunna donsku stjórnina, áðrenn flogfar við fangum fer ígjøgnum danskt, føroyskt ella grønlendskt luftrúm.
Í síðstu viku samdust Villy Søvndal og grønlendski landsstýrisformaðurin, Kuupik Kleist, um at kanna fangaflutning hjá CIA í grønlendskum luftrúmi. Ráðharrin segði í dag, at hann hevur biðið Dansk Institut for Internationale Studier kanna málið.